Bakkafrost-samtakið 128 milliónir í rakstraravlopi í triðja ársfjórðingi

Bakkafrost-samtakið 128 milliónir í rakstraravlopi í triðja ársfjórðingi
Tøkan í Føroyum var 23.097 tons og 4.537 tons í Skotlandi í triðja ársfjórðingi
 
02.11.2026 - 08:23

Rakstrarúrslitið  í triðja ársfjórðingi hjá Bakkafrostsamtakinum var 128 milliónir krónur.

Tað var 22 milliónir triðja ársfjórðing í fjør.

Tøkan í Føroyum var 23.097 tons og 4.537 tons í Skotlandi í triðja ársfjórðingi.

Fyrstu níggju mánaðirnar í ár var tøkan í Føroyum 24 prosent størri enn í fjør.

Framleiðslukostnaðurin vaks sjey prosent fyri kilo. 

 


Bakkafrost í Skálavík.

 

 

Gongur sum ætlað í Skálavík

Í frágreiðing um triðja ársfjórðing verður sagt, at smoltstøðin í Skálavík gongur sambært ætlan.

Rogn eru løgd inn í tveimum umførum við góðum úrsliti higartil. sigur Bakkafrost.

Havsbrún hevði eitt serliga gott úrslit í ársfjórðinginum. 

Bakkafrost væntar at gera 185.000 tons av fóðri næsta ár.

 

Givnir at keypa smolt frá uttanhýsisveitarum

Í Skotlandi er Bakkafrost givið at keypa smolt frá uttanhýsisveitarum.

Lítil tøka, lá miðalvekt og høgur eindarkostnaður ávirkar tó framvegis fíggjarligu úrslitini í Skotlandi, sigur Bakkafrost. 

Bakkafrost ætlar at taka 97.000 tons í Føroyum og 28.000 tons í Skotlandi næsta ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867
Mánadag 23. november
Veðrið
216858
Sunnudag 22. november
Jóla- og stuðulskonsert hjá Barnabata 2026
216851
Sunnudag 22. november
Andaktin
216792
Sunnudag 22. november
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
216793