Dómari í Alaska vísir rættarmál hjá Trump-stjórnini frá sær

Dómari í Alaska vísir rættarmál hjá Trump-stjórnini frá sær
Stjórnin vil forða fyri, at valúrslitið verður góðkent, tí eitt av mótstøðuvalevnunum eitur næstan tann sama sum sitandi republikanski senatorurin
Dan Sullivan er republikanskur senatorur í Alaska.
Mynd: Kerry Tasker/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
02.11.2026 - 09:15

Ein dómari í Alaska vísti í gjár frá sær eitt fyrireikandi rættarmál hjá Trump-stjórnini, skrivar Reuters.

Rættarmálið er roynd at forða Alaska at góðkenna valúrslitið, um republikanski senatorurin, Dan Sullivan, tapir miðskeiðisvalið í morgin.

Rættarmálið byggir á, at eitt av mótstøðuvalevninum hevur næstan sama navn. 

Dan J. Sullivan er pensjóneraður lærari og stillar upp uttanflokka.

Myndugleikarnir kanna nú, um demokratarnir tilvitað hava hjálpt læraranum at sleppa á atkvøðuseðilin, fyri at skapa ruðuleika og stjala atkvøður frá sitandi senatorinum.

Hóast málið verður kannað, staðfesti dómarin, at Trump-stjórnin einki lógargrundarlag hevur fyri at steðga góðkenningini av valúrslitinum undan valinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. november
Norðurljóð 23.november 2026
216515
Sunnudag 22. november
Bolero 22. november 2026
216781
Sunnudag 22. november
Guðstænasta út Gøtu kirkju
216780
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867
Mánadag 23. november
Veðrið
216858
Sunnudag 22. november
Jóla- og stuðulskonsert hjá Barnabata 2026
216851
Sunnudag 22. november
Andaktin
216792
Sunnudag 22. november
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
216793