- Tíðindi, mentan og ítróttur
Theresa og Uni nýggir føroyameistarar
Theresa og Uni nýggir føroyameistarar
Theresa Enghamar vann føroyameistaraheitið eftir finalusigur á Beintu Joensen, og Uni Árting vann gullið hjá monnum, har fleiri landsliðsspælarar taptu tíðliga
03.11.2026 - 12:19
Theresa Enghamar og Uni Árting vunnu føroyameistaraheitið í darti í Klaksvík um vikuskiftið.
Theresa Enghamar var styrkismett næstfremst, men megnaði eitt betri, tá hon vann á Beintu Joensen í finaluni á Hotell KG í Klaksvík.
Hjá monnum fullu landsliðsspælarar upp á strípu tíðliga í kappingini. Jan McIntosh, Petur Thomsen og Jan Erik Fjallstein skuffaðu allir, og so tók Uni Árting av í staðin.
Spælarin úr Havnar Dartfelag vann á Marjus Hansen úr D9 av Skála.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV



























