- Tíðindi, mentan og ítróttur
Greining: Blá bylgja skolar inn yvir USA

Republikanararnir fingu ein syngjandi lúsing, og demokratarnir hava vunnið stórsigur á amerikanska miðskeiðsvalinum og tryggjað sær meirilutan í bæði umboðsmannatinginum og senatinum.
Úrslitið er ein dyggur smeitur fyri Donald Trump, forseta, og republikanska flokkin.
Men hví gjørdist sigurin so stórur, og hvat fer hann at merkja fyri amerikanskan politikk næstu tvey árini?
Sambært stjórnmálafrøðingunum Regini Berg og Halli av Rana hevur valið víst, at demokratarnir hava megnað at vinna veljarar við at flyta seg nærri politisku miðjuni. Tað kann koma teimum til góðar fram móti forsetavalinum um tvey ár.
Samstundis stendur republikanski flokkurin við einari stórari avbjóðing: Hvussu skal flokkurin fóta sær aftur eftir ósigurin, og hvørja støðu skulu republikanararnir taka til Donald Trump restina av valskeiðnum?
Vit gjørdu støðuna upp saman við teimum báðum stjórnmálafrøðingunum í morgunsendingini.


























