- Tíðindi, mentan og ítróttur
Blákrossheimið bjóðar seg fram at byrja útgreining í sambandi við viðgerð
Blákrossheimið bjóðar seg fram at byrja útgreining í sambandi við viðgerð
Fleiri av teimum, ið koma til viðgerð á Blákrossheiminum, hava tørv á ADHD útgreining, og hetta hevði gagnað viðgerðini at vit byrjaðu útgreiningina á Blákrossheiminum

Blákrossheimið bjóðar seg fram at útgreina ADHD, í samstarvi við psykiatriina.
04.11.2026 - 10:12
- Vit kunnu byrja útgreining á Blákrossheiminum, í samstarvi við psykiatriina, og soleiðs stytta bíðitíðina til útgreining, tí vit síggja brúkarar, sum hava tørv á hesum, sigur Leivur á Lakjuni, sálarfrøðingur á Blákrossheiminum.
Ein uppgerð hjá Blákrossheiminum frá 2025 vísir, at 40 prosent av teimum, sum komu í viðgerð fyri rústrupulleikar, hava fingið diognosuna ADHD. Og sambært sálarfrøðinginum á Blákrossheiminum eru enn fleiri enn tey, sum longu er diogneseraði, ið hava tørv á útgreining ið eru í viðgerð á Blákrossheiminum.
Leivur á Lakjuni.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
04112026_Blakross
Sí eisini: Vantandi ADHD-útgreining kann føra til rúsevnismisnýtslu
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


























