Vantandi ADHD-útgreining kann føra til rúsevnismisnýtslu

Vantandi ADHD-útgreining kann føra til rúsevnismisnýtslu
Longu bíðitíðirnar eftir ADHD-útgreining kunnu hava álvarsligar avleiðingar. Summi fara at sjálvmedisinera seg við rúsevnum, ávarar Bjørg Dam, forkvinna í ADHD-felagnum
 
02.11.2026 - 18:50

- Tað er eitt týðiligt samband millum vantandi útgreining fyri ADHD og misnýtslu av rúsevnum.

Tað sigur Bjørg Dam, forkvinna í ADHD-felagnum, sum er sera stúrin um longu bíðitíðirnar í føroysku psykiatriini.

Sambært einum svari upp á ein § 52-fyrispurning í september bíða 811 vaksin eftir at verða útgreinað fyri ADHD. Bíðitíðin er 36 mánaðir, ella trý ár.

Í barna- og ungdómspsykiatriini bíða 292 børn og ung eftir útgreining, og har er bíðitíðin tvey ár.

Bjørg Dam vísir á, at vantandi útgreining og viðgerð kunnu hava álvarsligar avleiðingar fyri fólk við ADHD.

Hon sigur, at tað kemur fyri, at fólk, sum ikki fáa neyðugu hjálpina, royna at sjálvmedisinera seg við rúsevnum.

Forkvinnan í ADHD-felagnum heldur, at støðan er álvarslig, og at neyðugt er at fáa stytt bíðitíðirnar, so fólk skjótari kunnu fáa útgreining og viðgerð.

Hoyr innslag her:

ADHD-felagid_og_misnytsla

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717