Skulu lyfta favorittbyrðuna ímóti Kosovo

Skulu lyfta favorittbyrðuna ímóti Kosovo
Manslandsliðið í hondbólti fer á vøllin sum stórfavorittur í fyrsta EM-undankappingardystinum í kvøld, tá Kosovo vitjar við Tjarnir, har kravið til føroyingarnar er ein sigur
Elias Ellefsen á Skipagøtu í skotroynd ímóti Hollandi við Tjarnir í undanfarnu EM-undankapping
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
04.11.2026 - 13:04

Føroyskir hondbóltsfjepparar hava stórar vónir til manslandsliðið, sum í kvøld fer undir EM-undankappingina við heimadysti ímóti Kosovo. 

Ein sigur er eitt krav, og hann skal helst koma afturvið góðum álopsspæli við Tjarnir, har bert standipláss eru eftir og eingin søla verður við dyrnar.

Veruleikin er, at føroyska liðið ongantíð hevur verið betri enn tað sama. Allir spælararnir eru tøkir og væl fyri, og ivaleyst eru fleiri av teimum, sum ikki eru tiknir út hesa ferð, vónbrotnir um frávalið. 

Óli Mittún hevur víst satt stórspæl fyri GOG í heyst, og Elias Ellefsen á Skipagøtu er uttan skaðar og spælir ikki líka nógv í Kiel, sum hann fyrr hevur gjørt. Tað kann koma Føroyum til góðar, og spælskiparin vil helst hava fýra stig fyri dystirnar ímóti Kosovo í Montenegro sunnudagin.

 - Vit halda, at vit hava eitt betri lið enn hini bæði. Vit vita, at niðri í Montenegro hava øgiliga nóg øgiliga góð lið tapt. Har er ein øgiligur stemningur, men tað hava vit roynt fyrr við ymiskum úrslitum, men vit vóna at fáa fýra stig, segði Elias Ellefsen á Skipagøtu við portal.fo.

SÍ EISINI: Hondbóltslandsliðið hevur ongantíð verið betri 

Bert seks dystir vera spældir í undankappingini, har mótstøðuliðini umframt Kosovo eru Montenegro og Ungarn. Tí er júst heimadysturin ímóti Kosovo týdningarmikil.

Føroyar vunnu báðar dystirnar ímóti balkanliðnum í EM-undankappingini í 2024/25. Í síðsta landsdystinum í høllini á Hálsi fóru Føroyar undan eftir steðgin og vunnu við 11 málum, meðan munurin á útivølli var tvey, tá sjálvt EM-plássið varð tryggjað

Dysturin ímóti Kosovo í kvøld er klokkan 19.00, og sjónvarpið hjá Kringvarpinum byrjar at senda klokkan 18.15. Ungarn tekur ímóti Montenegro í annaðkvøld.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 22. november
Bolero 22. november 2026
216781
Sunnudag 22. november
Guðstænasta út Gøtu kirkju
216780
Sunnudag 22. november
Filosofiskur 9. partur
216718
Leygardag 21. november
Jambalaja - 211126
216767
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 22. november
Andaktin
216792
Sunnudag 22. november
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
216793
Fríggjadag 20. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216714
Fríggjadag 20. november
Veðrið
216748
Hósdag 19. november
Veðrið
216688