Venjarin: Hondbóltslandsliðið hevur ongantíð verið betri

Venjarin: Hondbóltslandsliðið hevur ongantíð verið betri
Kappingin um plássini á manslandsliðnum er hørð, og Peter Bredsdorff-Larsen heldur ikki, at hópurin hevur verið betri enn tað sama, men tað skal síggjast á vøllinum
03.11.2026 - 10:07

Einstøku spælararnir taka seg fram, og liðið mennist fyri hvønn dyst.

Tað staðfestir Peter Bredsdorff-Hansen undan fyrsta dystinum í nýggju EM-undankappingini í morgin.

Kosovo vitjar við Tjarnir, og sjáldan man Føroyar hava verið størri favorittur um yvirhøvur. Óli Mittún er stórspælandi í GOG, og Elias Ellefsen á Skipagøtu er við aftur eftir akslaskaðan, sum helt honum uttanfyri í HM-røkkstøkk dystunum ímóti Bosnia í vár.

SÍ EISINI: Óli vil bera stórformin við inn á landsliðið

Annars er hópurin sterkur á øllum plássum, og fleiri eru ivaleyst vónbrotnir um, at teir ikki vóru tiknir út hesa ferð. Hin einasti, sum manglar í av teimum føstu, er Pætur Mikkjalsson. 

 - Vit eru nógv sterkari á fleiri økjum. Vit hava royndir frá fleiri endaspølum nú, og fleiri og fleiri av spælarunum spæla uttanlands og á alsamt betri liðum í alsamt betri kappingum. So tað verður betri alla tíðina, tí gerandisdagurin hjá spælarunum er so avbjóðandi, segði Peter Bredsdorff-Larsen.

 

Skal síggjast aftur á vøllinum

Peter Bredsdorff-Larsen, sum hevur staðið á odda fyri føroysku monnunum í fimm ár, skákar sær ikki undan favorittleiklutinum mikukvøldið. 

 - Eg skilji, at vit eru favorittur á heimavølli ímóti Kosovo. Tað haldi eg, er rímiligt, men vit spæla ímóti yrkisspælarumm, sum eru komnir fyri at fáa eitt gott úrslit, so vit fáa eina harða viku við einum torførum dysti ímóti Kosovo, segði venjarin.

Føroyar hava vunnið allar dystirnar ímóti Kosovo. Teir seinastu tveir vóru í EM-undankappingini í 2024/25, tá føroyingarnir smurdu balkanliðið av í síðsta landsdystinum í høllini á Hálsi á heysti í 2024, áðrenn teir tryggjaðu sær EM-plássið við treiskum 25-23 sigri á vári í 2025.

SÍ EISINI: Flúgvandi frá byrjan í EM-undankappingini

Dysturin ímóti Kosovo er við Tjarnir mikukvøldið klokkan 19.00, og Kringvarpið byrjar at senda klokkan 18.15.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860