Landslæknin kann ikki yvirtakast einsamallur

Landslæknin kann ikki yvirtakast einsamallur
Tað ber ikki til at yvirtaka landslæknan uttan at onnur málsøki eisini vera yvirtikin, sigur samgongan
Landslæknin er danskur.
 
05.11.2026 - 06:52

Tað ber ikki til at yvirtaka landslæknan uttan at onnur málsøki eisini vera yvirtikin.

Tí tað kann elva til ógreitt ábyrgdarbýti millum føroyskar og danskar myndugleikar.

Tað sigur meirilutin í trivnaðarnevndini, fólkini hjá flokkunum í samgonguni, í álitinum um uppskotið til samtyktar um at yvirtaka landslæknaembætið.

Allir flokkar í andstøðuni eiga uppskotið.

Heilsustýrið metti í fjør, at yvirtøkan kostar góðar fýra milliónir krónur. 

Stigvíst

Samanumtikið heldur meirilutin tað vera skilabest at halda stigvíst fram at yvirtaka málsøki, har fortreytirnar eru fyri yvirtøku.

Meirilutin mælir frá at yvirtaka landslæknan.

Minnilutin, umboðini hjá andstøðuni, sigur, at álitið hjá einum arbeiðsbólki í 2025 er gott grundarlag undir yvirtøkuni.

Minnilutin mælir til, at landsstýrið kemur við neyðugu lógaruppskotunum, sum byggja á álitið, sum kom í februar í fjør.

Hann sigur stutt og greitt, at ræði og ábyrgd eiga at fylgjast. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 22. november
Bolero 22. november 2026
216781
Sunnudag 22. november
Guðstænasta út Gøtu kirkju
216780
Sunnudag 22. november
Filosofiskur 9. partur
216718
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 22. november
Andaktin
216792
Sunnudag 22. november
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
216793
Fríggjadag 20. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216714
Fríggjadag 20. november
Veðrið
216748
Hósdag 19. november
Veðrið
216688