USA ferfaldar starvsfólkatalið á konsulátinum í Nuuk

USA ferfaldar starvsfólkatalið á konsulátinum í Nuuk
Nýggi konsulátbygningurin í grønlendska høvuðsstaðnum læt upp fyrr í ár, men meginparturin av bygninginum hevur staðið tómur
Ætlanin er at økja starvsfólkatalið á amerikanska konsulátinum í Nuuk munandi.
Mynd: Christian Klindt Sølbeck/Ritzau Scanpix  
 
06.11.2026 - 09:51

USA ætlar at økja munandi um sítt virksemi í grønlendska høvuðsstaðnum Nuuk.

Tað vísir eitt skjal, sum danski miðilin Politiken hevur fingið innlit í. Har sæst millum annað, at USA ætlar at umvæla og vaksa um amerikanska konsulátið í Nuuk.

Millum annað skal talið av starvsfólkum á konsulátinum vera 17, sum er meir enn ein ferfalding av verandi starvsfólkatali.

Til samanberingar hevur ES eina skrivstovu í Nuuk við fýra starvsfólkum, og Kanada hevur bara eitt starvsfólk.

USA læt eitt konsulát upp í Nuuk í 2020, eftir at gamla konsulátið varð niðurlagt í 1953. Í ár flutti konslastovan í nýggj og størri høli, men meginparturin av bygninginum hevur staðið tómur síðani.  Men tað fer eftir øllum at døma at broytast skjótt.

USA hevur sett millum 167 og 214 milliónir krónur av til ætlanina, skrivar Politiken.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. november
Beinleiðis úr Studio 5 - Fróði Bjarnason
217100
Fríggjadag 27. november
RagnarRokk: Serena Cherry um Extinguish Thy Flame
215806
Fríggjadag 27. november
TEMAPLÁTAN 40: 'True Blue', Madonna, 1986
217072
Hósdag 26. november
RagnarRokk 26.november 2026
216439
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. november
PAZ
217069
Hósdag 26. november
Veðrið
217056
Mikudag 25. november
Ræning omaneggja
216929
Mikudag 25. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216960
Týsdag 24. november
Silja millum strokini - teknmálstulkað
216928