- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gadi Eisenkot skal skipa stjórn í Ísrael

Ísraelski forsetin Isaac Herzog, hevur heitt á andstøðuleiðaran, Gadi Eisenkot, um at skipa nýggja stjórn í Ísrael.
Megnar hann at skipa stjórn, tekur hann við sum forsætisráðharri eftir Benjamin Netanyahu, sum er forsætisráðharrin, sum hevur sitið longst í Ísrael.
Samgongan hjá Eisenkot vann 48 sessir av 120 sessum í Knesset, og tað er ikki nóg mikið í sjálvum sær til at skipa stjórn. Blokkurin hjá Netanyahu vann 53, sum heldur ikki er nóg mikið.
Arabisku flokkarnir við ella ikki
Síðani Eisenkot varð biðin um at skipa stjórn, hevur hann helst tryggjað sær stuðul frá ultra-ortodoksum og/ella arabiskum flokkum. Men ógreitt er, um undirtøka er í samgonguni hjá honum at fáa stuðul frá arabisku flokkunum.
Isaac Herzog, forseti, sigur, at 67 limir í Knesset peika á Eisenkot sum mannin, sum skal royna at skipa stjórn, - eisini arabisku flokkarnar.
Men undir valstríðnum gjørdi Eisenkot greitt, at hann ikki vil samstarva við arabisku flokkarnar.























