Berarakanningar í tinginum í dag

Berarakanningar í tinginum í dag
Næsta ár fáa øll í aldrinum 18 til 45 ár, og makar hjá staðfestum berarum, tilboð um at kanna, um tey eru berarar av ávísum ílegusjúkum
Løgtingið fer í dag at viðgera eitt uppskot frá landsstýrinum um berarakanningar.
 
10.11.2026 - 08:41

Berarakanningar eru í dagsskránni fyri tingfundin í dag.

Næsta ár fáa øll í aldrinum 18 til 45 ár, og makar hjá staðfestum berarum, tilboð um at kanna, um tey eru berarar av ávísum ílegusjúkum. 

Lógaruppskotið er komið úr landsstýrinum um tað.

Talan er um deyðiligar ílegusjúkur, sum eru vanligari í Føroyum enn aðrastaðni, og sum ikki kunnu viðgerast. 

 

Skal koma í gildi 1. apríl

Hetta er fyrstu ferð, at slíkt tilboð verður lógarfest í Føroyum. Lógin skal koma í gildi 1. apríl 2027.

Í uppskotinum um fíggjarlóg fyri 2027 eru 1,45 mió. krónur raðfestar til berarakanningar á Klaksvíkar sjúkrahúsi. 

Frammanundan eru 600.000 krónur settar av.

Tríggjar aðru viðgerðir og fimm fyrstu viðgerðir eru í dagsskranni fyri tingfundin í dag.

Tingfundurin er kl. 11.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 21. november
Jambalaja - 211126
216767
Leygardag 21. november
Upp á tá - 201126
216763
Fríggjadag 20. november
Vikuskiftið 20 nov 2026
216752
Fríggjadag 20. november
LEITISSTEIN 20.11.2026 (Linda Andrews)
216750
Fríggjadag 20. november
Breddin: Leigubústaðir og skattafyrimunir
216730
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 20. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216714
Fríggjadag 20. november
Veðrið
216748
Hósdag 19. november
Veðrið
216688
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592