Britpop og bretskur samleiki

Britpop og bretskur samleiki
Í aðru sendingini, har 90'ini verða løgd undir lupp tónlistarliga, vendir Fróði Løkságarð eyguni móti Britpoppinum og bretska samleikanum
Richard Ashcroft úr The Verve
Mynd: Shutterstock.com  
 
11.11.2026 - 16:45

Í Mono-røð í fýra pørtum leitar Fróði Løkságarð aftur í tíð og leggur 90'ini undir luppin. Tónleikaliga var hetta eitt serstakliga spennandi tíggjuáraskeið, har nýggj rák tóku seg upp, gamlar siðvenjur vórðu avbjóðaðar, og tónleikurin á mangan hátt skifti ham. 

Her heima verða tey fyrstu 90'árini ofta sett í samband við kreppu, fráflyting og eitt tíðarskeið, tá tað mesta tóktist at ganga skeiva vegin. Tað vóru ár við trongum korum, óvissu og einum samfelag, sum brádliga misti fótafestið. 

Tá vit skriva 1994, byrjar gongdin so smátt at venda. Tær veruligu broytingarnar síggjast serliga í 1995. Fiskiskapurin tekur dyk á seg aftur, og høgir fiskaprísir skapa, saman við eini alivinnu í menning, búskaparligan vøkstur. 

 

Nýtt bretskt sjálvsálit

Um somu tíð tekur eitt tónleikaligt rák seg upp í Bretlandi. Talan er um eitt mentanarligt skifti, har bretskar søgur og bretskur tónleikur fáa nýtt sjálvsálit. 


Brett Anderson, oddamaður í Suede (Mynd: Shutterstock.com)

 

Britpop er felagsheitið fyri gittardrivnan enskan rokktónleik, sum millum annað var eitt aftursvar til amerikonsku grunge-bylgjuna. Rákið leitaði sær íblástur frá eldri bólkum sum The Beatles, The Kinks og The Smiths. Rørslan setti bretskan gerandisdag, staðbundnar røtur og bretska poppsøgu í miðdepilin. 

Enska tónleikatíðarritið Select skrivar í 1993 eina grein, sum verður roknað sum eitt slag av vekingarprædiku. Á forsíðuni sæst ein mynd av Brett Anderson undir yvirskriftini "Yanks Go Home!" Inni í blaðnum skrivar Stuart Maconie greinina "Who Do You Think You Are Kidding, Mr. Cobain?" Har sóknast hann eftir meira bretskum poppi og nevnir Suede, Saint Etienne, Pulp og Denim sum dømi. 

Rørslan spratt tó ikki fullborin burtur úr hesi forsíðuni og greinini, men tær verða í dag heldur sæddar sum ein fyriboðan um tað, sum koma skuldi.

 

Glam og alternativur rokkur

Hetta árið 1993 lótu Suede sína fyrstu og sjálvnevndu útgávu úr hondum.

Við androgyna Brett Anderson, dramatiska sangi hansara og gittarspælinum hjá Bernard Butler fremst í ljóðmyndini blandaði útgávan glam og alternativan rokk við einum myrkum stórbýarligum dámi. 

"The Drowners", "Metal Mickey" og "Animal Nitrate" eru millum løgini, sum settu dám á útgávuna.

Fløgan streyk inn á fyrsta pláss á bretska albumhitlistanum og vann somuleiðis Mercury-prísin í 1993. 


Damon Albarn, oddamaður í Blur (Mynd: Shutterstock.com)

 

Britpop gjørdist fólkarøsla

Tað var serliga ein annar bólkur, sum fór at gera Britpop til eina fólkarørslu. Blur, við Damon Albarn á odda, høvdu longu givið tvær útgávur út, tá teir í 1994 komu við triðju útgávu síni, Parklife. 

Á undanfarnu útgávuni, Modern Life Is Rubbish frá 1993, vóru Blur farnir at venda sær burtur frá amerikonsku ávirkanunum, sum áður høvdu verið týðiligar, og í staðin leita aftur til bretsku popphevdina, serliga The Kinks, The Jam og tónleikin frá seksti- og sjeytiárunum. 

Við Parklife gjørdist hendan kósin uppaftur týðiligari. Damon Albarn skrivaði um bretskan gerandisdag, stættarmunir, ungdómsmentan og lívið í stórbýnum. Alt við einum skemtiligum, stundum speirekandi tóna. 

Útgávan streyk beinleiðis inn á fyrsta pláss á bretska albumhitlistanum og gjørdist ein av teimum týdningarmestu útgávunum í Britpop-tíðini. 


Liam Gallagher úr Oasis (Mynd: Shutterstock.com)

 

Rátt og ópolerað

Oasis komu úr Manchester í Norðuronglandi, og við brøðrunum Liam og Noel Gallagher á odda umboðaðu teir eitt meira rátt og ópolerað slag av bretskum rokki. Har Blur vóru eygleiðarar, sum lýstu samfelagið uttanífrá, vóru Oasis meira beinleiðis. Tónleikurin snúði seg um ungdóm, dreymar, frælsi og trúnna upp á, at lívið hevði okkurt størri at bjóða. 

Noel Gallagher skrivaði løgini, meðan yngri beiggin Liam, við síni eyðkendu nasalu rødd og sjálvsikru framførslu, gjørdist andlitið á bólkinum. 

Oasis vóru ikki serliga áhugaðir í at finna upp á nakað nýtt. Íblásturin frá The Beatles, The Rolling Stones og øðrum klassiskum bretskum rokkbólkum var týðiligur. Men teir dugdu at gera hendan gamla tónleikin til sín egna, við stórum gittarljóði, sterkum melodium og einum sjálvsáliti, sum næstan kundi tykjast markleyst. 

Í 1993 skrivaðu teir undir plátusáttmála við Creation Records, og í august 1994 kom fyrsta útgávan, Definitely Maybe. Hon streyk beinleiðis inn á fyrsta pláss á bretska albumhitlistanum og gjørdist tá skjótast seljandi debutútgávan í bretskari tónleikasøgu. 

Eitt av løgunum á útgávuni var Live Forever, sum Noel Gallagher hevði skrivað nøkur ár frammanundan. Lagið var á mangan hátt eitt aftursvar til tann dapra og stundum nihilistiska tónan, sum hevði eyðkent partar av amerikanska grunge-tónleikinum. 


Elastica, Sleeper, Supergras og Cast vóru nakrir av minni kendu Britpop-bólkunum 

 

Eisini aðrir bólkar

Britpop var meira enn bara Suede, Blur og Oasis. Rørslan fevndi um fleiri ymiskar bólkar, sum hvør á sín hátt leitaðu aftur til bretsku tónleikasøguna eftir íblástri. 

Ein teirra var Elastica, sum varð stovnaður í London í 1992 av sangarinnuni og gittarleikaranum Justine Frischmann. Frischmann var ikki ókend í bretska tónleikaumhvørvinum. Hon var við til at stovna Suede saman við Brett Anderson, sum hon eisini hevði verið unnusta við. Hon fór tó úr bólkinum í 1991, áðrenn Suede fingu sítt stóra gjøgnumbrot. 

Pulp komu úr Sheffield í Norðuronglandi. Bólkurin varð stovnaður í 1978, tá Jarvis Cocker bert var 15 ára gamal. Í meiri enn fimtan ár stríddust teir fyri at fáa veruligt fótafesti í bretska tónleikaheiminum. Teir lótu fleiri útgávur úr hondum, skiftu manning og spældu fyri smáum áhoyrarafjøldum, uttan nakrantíð at fáa tað stóra gjøgnumbrotið. Men í 1994 byrjaði loksins at bragda. Útgávan "His 'n' Hers" fekk sera góð ummæli, og árið eftir kom "Different Class," sum gjørdi Pulp til ein av størstu bólkunum í Bretlandi. 

Supergrass vóru tríggir ungir menn, Gaz Coombes, Mick Quinn og Danny Goffey. Teir høvdu stovnað bólkin í 1993, og vóru ávirkaðir av eldri bretskum rokkbólkum sum The Kinks, The Jam og Buzzcocks, men eisini av punki og alternativum rokki. Tónleikurin var skjótur, orkumikil og fullur av fangandi løgum. Har Pulp vóru eygleiðandi og samfelagskritiskir, tyktust Supergrass heldur at vera upptiknir av ungdómi, vinfólki og teimum smáu gleðunum í gerandisdegnum. 

Cast úr Liverpool varð stovnaður í 1992 av sangaranum og gittarleikaranum John Power, sum áður hevði verið bassleikari í The La's. Hesin bólkurin hevði fingið góða undirtøku við lagnum "There She Goes" frá 1988, sum í dag verður roknað millum klassikararnar í bretskum gittarpoppi. 

Louise Wener hevði lisið á universitetinum í Manchester, har hon hitti gittarleikaran Jon Stewart. Saman fluttu tey til London og stovnaðu Sleeper í 1993 saman við bassleikaranum Diid Osman og trummuleikaranum Andy Maclure. Tónleikurin hjá Sleeper var melodiskur gittarrokkur við einum farra av punki og new wave. Men tað var serliga sum tekstahøvundur, at Louise Wener gjørdi vart við seg. 

Kula Shaker varð stovnaður í London í 1995 við sangaranum og gittarleikaranum Crispian Mills á odda. Hann var sonur bretsku sjónleikararnar Hayley Mills og Roy Boulting og hevði longu sum ungur fingið stóran áhuga fyri indiskari mentan og heimspeki. Hesin áhugin fekk stóran týdning fyri tónleikin hjá Kula Shaker. Teir blandaðu klassiskan bretskan gittarrokk við psykedeliskum ljóði frá sekstiárunum, indiskum tónleiki og einum farra av andaligum mystikki. 


Fróði Løkságarð, vertur í Mono-røðini, har 90'ini verða løgd undir lupp tónleikaliga (Mynd: Fróði Løkságarð)

 

Britpop byrjaði at missa flogið

Britpop-rørslan hevði í 1997 nátt sína hædd, og bretskir bólkar hava í fleiri ár verið ráðandi á sølulistunum. Tónleikur og ungdómsmentan hava fingið eina sterka støðu í bretska samfelagnum. 

1997 er eisini árið, tá Tony Blair og Labour koma til valdið eftir átjan ár við konservativari stjórn. Hugtakið Cool Britannia verður brúkt um nýggja bretska sjálvsálitið, har tónleikur, móti, list og ungdómsmentan verða partur av einari størri frásøgn um eitt nýtt og nútímans Bretland. 

Samstundis eru tekin um, at Britpop sum tónleikarørsla er farin at missa sítt upprunaliga flog.

 

Bitter Sweet Symphony

Mitt í hesum kemur bólkurin The Verve við einum sangi, sum á mangan hátt kann síggjast sum ein niðurstøða og samanumtøka av øllum rákinum, "Bitter Sweet Symphony". 

 

The Verve komu úr Wigan nærindis Manchester og vóru stovnaðir í 1989 við Richard Ashcroft sum sangara og høvuðsmanni. Teir høvdu longu latið tvær útgávur úr hondum, og vóru kendir fyri sín drúgva, psykedeliska og stundum dreymakenda rokk. 

Men við triðju útgávuni, "Urban Hymns" frá 1997, hendi ein kollvelting. Tónleikurin gjørdist meira melodiskur og atkomiligur, og útgávan gjørdist eitt tað størsta gjøgnumbrotið í bretskum rokki hetta árið. 

 

Fastlæstar endurtøkur

Har Britpop í sínum fyrstu árum var merkt av ungdómi, sjálvsáliti og framtíðartrúgv, hevur "Bitter Sweet Symphony" ein meira álvarsaman og hugsunarsaman tóna.

Richard Ashcroft syngur um lívið, endurtøkurnar og kensluna av at vera læstur fastur í einari tilveru, sum ikki altíð letur seg broyta. 

Á mangan hátt er lagið ein hóskandi endi á søguni um Britpop. Ein rørsla, sum vaks til eitt mentanarligt fyribrigdi, men sum eisini mátti ásanna, at einki varir í allar ævir. 

 

Hvat: Mono - 90'ini undir luppin
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Mikudagar kl. 15.05, og tá tað passar tær á KVF Ljóð

1843449

 

Mono-røð um 90'ini:

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
RagnarRokk 12.november 2026
215565
Hósdag 12. november
RagnarRokk: Chuck Billy um Holding My Breath
215564
Hósdag 12. november
RagnarRokk:Joakim Nilsson um Fever
215561
Hósdag 12. november
Áin, Petur og jólini, Orð og tónar
216333
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Veðrið
216328
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210