- Tíðindi, mentan og ítróttur
Arbeiðsgevarafelagið: Føroyingar verða eggjaðir at arbeiða uttanlands

Føroya arbeiðsgevarafelag undrast á, at landsstýrið vil eggja føroyingum til at arbeiða uttanlands, hóast at kalla einki arbeiðsloysi er í Føroyum.
Landsstýrið ætlar at hækka uttanlandsfrádráttin og samdøgursfrádráttin.
Lógaruppskot um tað er í fíggjarnevndini.
Arbeiðsgevarafelagið sigur, at tey, sum vinna sær 500.000 kr. um árið á landi í Noregi, hava slakar 4.000 kr. meira eftir um mánaðin eftir skatt samanborið við arbeiði í Føroyum.
Óskiljandi
Hví gjøld til norsku sosialu tryggingarskipanina NAV skulu kunna dragast frá í skattinum, sum verður goldin í Føroyum, er púra óskiljandi, sigur arbeiðsgevarafelagið eisini.
Serliga, tá føroysku sosialu gjøldini ikki á sama hátt kunnu dragast frá í skattinum.
Lógaruppskotið hjá landsstýrium gevur føroyingum, sum arbeiða uttanlands, nógv betri skattligar treytir enn teimum, sum arbeiða í Føroyum, sigur Føroya arbeiðsgevarafelag.




























