- Tíðindi, mentan og ítróttur
Søren Huss kemur til Føroya komandi summar

Um neyvt hesa tíðina í 2024 kunngjørdi Voxbot, at dámligi, dugnaligi og fólkakæri danski sangarin og sangskrivarin, Søren Huss, ið flest føroyingar kenna frá bólkinum Sabyia, fór at vera eitt á høvuðsnøvnunum á Voxbotni á summri 2025.
Men mongum brestir ætlan. Søren Huss noyddist at geva avboð í 2024.
Tá lovaði Søren Huss, at hann skuldi koma aftur eina aðruferð at spæla á Voxbotn. Og tað gera hann so komandi summar, tá hann verður eitt av høvuðsnøvnunum á tónleikatiltakinum í Vágsbotni í Havn, leygardagin 26. juni 2027.
Søren ikki Saybia
Føroyingar kenna best tónleikin, ið Søren Huss skrivaði saman við Saybia, eitt nú sangin "I Surrender", ið eitt skiftið var eitt slag av stríðssangi hjá føroysku hondbóltsmonnunum. Nevnast skal eisini sangurin "The Second You Sleep”, ið er ein poppballada í heimsflokki.
Men tað verður Søren og ikki Saybia, ið kemur við bólki at spæla á Voxbotni. Stílurin hjá Søren Huss er eitt sindur øðrvísi enn hjá Sabyia, hóast talan framvegis er um persónligar, vakrar og ofta sorgblíðar sangir. Serliga sangurin "Et hav af udstrakte hænder" er framúrskarandi.
Søren Huss var fyri tí vanlagnu í 2007, at hann misti unnustuna Camillu í einari ferðsluvanlukku í Valby. Camilla, ið var lærari, var á veg yvir í vøggustovuna við tvey ára dóttur teirra Ronja, ið hon skumpaði á einari barnasúkklu við trimum hjólum, tá tær báðar blivu árendar av einum lastbili á einum gonguteigi. Unnustan Camilla doyði á staðnum, meðan tvey ára gamla Ronja endaði í lívsvanda.
Lukkutíð yvirlivdi Ronja, men hendingin hevur merkt lívið og listina hjá Søren Huss, ið eftir hetta flutti heimaftur til heimbýin Nyborg saman við dóttrini.
Eitt sindur stuttligari vitan ísamband við Søren Huss, so kann nevnast, at tá okkara egni Beinir útgav debutplátu "Greener", hevði Beinir skriva sangin "The Hard Way" saman við júst Søren Huss.
Søren Huss er annar danin í røðini, ið Voxbotn kunngerð, tí fyri einari viku síðani kunngjørdi Rúni Djurhuus, fyriskipari, í sendingini Vikuskiftið, at Medina eisini kemur at spæla á Voxbotn.
Harvið heldur Voxbotn donsku kósina í sambandi við bókingunum til stóra tónleikatiltakið.



























