Andrias: Hetta er stórt og spennandi

Andrias: Hetta er stórt og spennandi
Andrias Edmundsson sá dystin móti Kasakstan í einum flogfari, tí hann hevði leikbann. Nú er verjuskansin aftur tøkur til dystin móti Slovakia
Mathias Dimon Næs
Andrias Edmundsson var í góðum lag til venjing í dag
12.11.2026 - 21:05

Andrias Edmundsson er aftur á føroyska landsliðnum, sum í annaðkvøld skal spæla móti Slovakia í Nations League. Verjuspælarin hjá Hellas Verona hevði leikbann, tá Føroyar spældu 2-2 móti Kasakstan í Astana í oktober.

Andrias Edmundsson fekk sítt seinna gula kort í Nations League í 1-1 dystinum móti Slovakia á Tórsvølli. Tað kostaði honum dystin móti Kasakstan, og í staðin kundi hann fylgja við hjá liðfeløgunum úr einum flogfari.

- Eg var í flogfarinum akkurát tá dysturin var, men eg var heppin at hava netsamband umbroð. Eg sat spentur og fygldi við, men misti sambandið tá vit lendu. Tað var eitt sindur stressandi, men teir stríddust væl, sigur Andrias Edmundsson.

LES EISINI: Vit gita: Hetta verður liðið móti Slovakia

Nú er miðverjin aftur tøkur, tá Føroyar í annaðkvøld klokkan 19.45 spæla móti Slovakia á Košická futbalová aréna í Košice. Føroyar hava spælt javnt í øllum fýra dystunum í Nations League higartil. Tað gevur fýra stig og annað plássið í bólkinum undan teimum seinastu tveimum umførunum.

Slovakia er fremst við tíggju stigum og kann við einum javnleiki tryggja sær fyrsta plássið og uppflyting í B-deildina. Í fyrra dystinum á Tórsvølli endaði tað 1-1, og føroyska liðið hevur víst, at tað kann standa seg móti slovakisku bólkafavorittunum.

- Hetta er ein spennandi og stór avbjóðing hjá okkum. Tað er sjáldan at vit eru í slíkum støðum, har vit skulu hava úrslit. Eg vil heldur spæla tveir røkk-støkk dystir í mars mánaði, enn at spæla tveir venjingardystir, sigur Andrias Edmundsson.

Einki at gera við ætlanina hjá Slovakia

Føroyar eru eisini í harðari kapping við Moldova og Kasakstan um annað plássið í bólkinum, sum gevur rætt til upp- og niðurflytingardystir.

Slovakiski landsliðsvenjarin, Vladimír Weiss, segði á tíðindafundinum í dag, at um Slovakia tryggjar sær fyrsta plássið móti Føroyum, so fáa fleiri av lyklaspælarunum frí til seinasta dystin móti Kasakstan.

Tað kann fáa stóran týdning fyri Føroyar, sum spæla seinasta dystin móti Moldova á Tórsvølli mánadagin. Sama dag tekur Kasakstan ímóti Slovakia. Men Andrias Edmundsson ger greitt, at føroysku spælararnir ikki kunnu brúka orku upp á, hvørjar spælarar Slovakia velur til dystin í Kasakstan.

- Eg leggi ikki so nógv í tað. Um teir hyggja eftir dystinum á Tórsvølli, so vóru vit betri enn teir og burdu havt vunnið. Og vit ætla at gera tað sama í morgin sigur Andrias Edmundsson.

Dysturin millum Slovakia og Føroyar verður í annaðkvøld klokkan 19.45. Kringvarpið vísir dystin beinleiðis.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. november
Veðrið
216688
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592
Týsdag 17. november
Veðrið
216565
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520