- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sjúkrahúsverkið fær kanska Eirargarð 2 aftur
Sjúkrahúsverkið fær kanska Eirargarð 2 aftur
Verður verkætlanin um at byggja 300 lestraríbúðir við Heygsvegin veruleiki, verður ætlanin at umvæla Eirargarð 2 til lestrarbústaðir slept

Eirargarður 2 verður kanska latin Sjúkrahúsverkinum aftur
13.11.2026 - 07:54
Sjúkrahúsverkið fær kanska Eirargarð 2 aftur.
Fíggjarnevndin spurdi Almanna- og bústaðamálaráðið um Eirargarð 2, sum Bústaðir skuldu gera til lestrarbústaðir.
Ráðið svarar, at nú verður arbeitt við einari ætlan um at byggja 300 lestraríbúðir við Heygsvegin í Havn.
Landið og aðrir íleggjarar skulu fíggja ta byggingina.
Tá og um til ber at hava álit á, at verkætlanin við Heygsvegin verður veruleiki, verður ætlanin at umvæla Eirargarð 2 til lestrarbústaðir slept.
Bygningurin, sum Húsalánsgrunnurin hevur ræðisrætt yvir, verður tá latin Sjúkrahúsverkinum, sum ger av, hvussu hann skal brúkast.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV

























