Mattias: - Hetta var ein forloysing

Mattias: - Hetta var ein forloysing
- Eyðun hevur sagt, at "nú mugu vit kraftetime halda hatta nullið har, tí so vinna vit dystin", og tað gjørdu vit so í dag, segði Mattias Lamhauge, sum stóð ein branddyst
16.11.2026 - 20:14

At tað eydnaðist Føroyum at vinna á Moldova og tryggja sær uppflytingardystir til deild B í vár, var ikki minst málverjanum at takka.

Mattias Lahmauge var sum ein livandi múrur, og tvær ferðir bjargaði hann, tá moldavar vóru púra leysir. Hann helt eisini, at hesin dysturin mundi teljast millumn hansara allarbestu.

 - Tað er stuttligt, at vit fáa trý stig í dag og halda nullið, nakað vit hava roynt eftir tríggjar javnleikir á rað. So hevur man hoyrt Eyðun Klakstein sagt at, "nú mugu vit kraftetime halda hatta nullið har, tí so vinna vit dystin", og tað gjørdu vit so í dag, segði Mattias Lamhauge eftir dystin.

Føroyar byrjaðu væl, og Áki Samuelsen legði heimaliðið framum miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Moldavar svaraðu kortini aftur, og eina ferð fyri steðgin og eina ferð í seinna hálvleiki stórbjargaði hann ímóti leysu mótstøðumonnunum. 

 - Hetta er ein forloysing. Tað er stuttligast at spæla teir dystirnar, har tú ert frammanfyri 1-0 í 90. minutti, og menn kasta seg fyri at bjarga her og der. Tað er stuttligt, tá tað stendur nógv á, og hesa ferð gekk tað, segði Mattias Lamhauge.

Føroyar endaðu á øðrum plássi við átta stigum, einum fleiri enn Moldova, sum hevði sjey. Slovakia vann bólkin við 12 stigum. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867
Mánadag 23. november
Veðrið
216858
Sunnudag 22. november
Jóla- og stuðulskonsert hjá Barnabata 2026
216851
Sunnudag 22. november
Andaktin
216792
Sunnudag 22. november
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
216793