Andrias: - Árið hevur verið ein suksé

Andrias: - Árið hevur verið ein suksé
Nógv hekk á dystinum ímóti Moldova, men við sigrinum á 2. plássinum í bólkinum, er árið ein suksé. - Nú koyra vit bara á, segði Andrias Edmundsson
16.11.2026 - 20:27

Endiliga eydnaðist hjá manslandsliðnum at halda nullið. Mattias Lamhauge í málinum átti stóran heiður av júst tí, men í verjuni stríddust menn óført fyri at halda moldavum úti.

Ikki minst Andrias Edmundsson, sum fór hart í hvønn nærdyst - serliga tíðliga í dystinum - og kanska var eitt sindur heppin at sleppa undan gula kortinum.

 - Hetta var ordiliga deiligt. Tað var nógv, sum hekk á hesum dystinum, hvussu hann fór at enda. Men nú vit vunnu, kann mann siga, at árið hevur verið ein suksé, og nú skulu vit í playoff, at tað hava vit ikki roynt fyrr, so nú koyra vit bara á, segði verjuskansin úr Verona.

Mattias Lamhauge rósti føroysku verjuspælarunum fyri at kasta seg fyri hvønn bólt, og hann fekk rósurnar retur frá Andriasi Edmundsson.

 - Hann er ein framúr góður málmaður, og tað er ikki uttan grund, at hann spælir í bestu norsku deildini, so eg haldi, at hann skal bara halda fram, segði toftamaðurin.

Áki Samuelsen hevði lagt Føroyar framum miðskeiðis í fyrra hálvleiki, men moldavar treiskaðust allan dystin og onkrar løtur stóð eisini nógv á.

 - Tað brendi nógv á eina løtu, og so gjørdu vit nakrar útskiftingar, og so fingu vit takið eitt sindur og komu longur fram at spæla eina løt, og faktiskt var tað eitt sindur "stille og roligt" í endanum, helt Andrias Edmundsson, sum nú kann gleða seg til uppflytingardystir í vár.

Lutakastið verður fríggjadagin.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 16. november
Norðurljóð 16.november 2026
215027
Sunnudag 15. november
Bolero - Niels V. Gade
216433
Sunnudag 15. november
Guðstænasta í Haldarsvíkar kirkju
216428
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 16. november
Veðrið
216486
Mánadag 16. november
Bygdarliv 4 – Eiði
216470
Sunnudag 15. november
Møti
216442
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214