- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stubb: Evropa eigur at tosa beinleiðis við Putin

Evropisku leiðararnir skulu tosa beinleiðis við Vladimir Putin, forseta, eftir eina "ábyrgdarleysa" útveiting av samráðingunum við Russland til eina amerikanska stjórn, sum kann hava lyndi til at býta meginlandið upp í ávirkanarøki.
Finski forsetin, Alexander Stubb, ávarar um hetta í samrøðu við Financial Times.
- Alt ov leingi hava vit útiveitt evropiskt virksemi við Russland, og tað haldi eg vera ábyrgdarleyst, sigur Stubb.
Sambært Stubb, hava amerikonsku semingsmenninir tó uppiborið "rós" fyri at hava tikið samráðingarnar millum Russland og Ukraina uppaftur og fyri at stuðla evropiskari luttøku í framtíðar samráðingum.
- Nú, ið vit hava fingið ein karm, haldi eg, at evropisku leiðararnir eiga at taka upp beinleiðis samband við Putin við sama boðskapi og felags talupunktum, sigur finski forsetin, Alexander Stubb, í samrøðu við Financial Times.



























