- Tíðindi, mentan og ítróttur
Meslingar breiða seg í USA

Fyri fyrstu ferð í 26 ár, er USA ikki longur eitt land, har eingir meslingar eru.
Orsøkin er, at smittandi barnasjúkan hevur breitt seg í USA seinastu árini.
Tað upplýsir panamerikanski heilsufelagsskapurin, PAHO, sambært BBC.
5.400 tilburðir
Bara í ár eru fleiri enn 5.400 tilburðir av meslingum staðfestir í USA, og tíggju fólk eru deyð av sjúkuni. Hetta er tað mesta síðan 1990-árini.
Eisini í Meksiko og Bolivia hava meslingar aftur fingið fastatøkur.
Heilsumyndugleikarnir vísa á, at ov fá fólk eru koppsett.
Í USA eru nú umleið 92 prosent av børnunum koppsett fyri meslingar. Tað er minni enn tey 95 prosentini, sum skulu til fyri at forða fyri, at sjúkan breiðir seg.
Robert F. Kennedy. (Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix)
Sáa iva um trygdina
Amerikanski heilsumálaráðharrin, Robert F. Kennedy, og Donald Trump, forseti, hava báðir sátt iva um trygdina við koppsetingini.
Sambært BBC meta læknar og heilsumyndugleikar, at hetta hevur verið við til, at færri fólk lata seg koppseta.
Amerikansku heilsumyndugleikarnir ætla nú at gera tað lættari hjá fólki at verða koppsett, so meslingar aftur kunnu ruddast út í USA.

























