- Tíðindi, mentan og ítróttur
Týskt strikað sum upptøkukrav

Nú er týskt strikað sum upptøkukrav til hugbreyt í gymnasialu miðnámsútbúgvingunum.
Kunngerðin frá Mentamálaráðnum, sum sigur tað, kom í gildi á midnátt.
Kravið um royndarfyrireikandi undirvísing í týskum kom í 2023.
Nógv færri søkja nú á hugbreyt. Tey vóru 154 í 2022, 88 í fjør og í ár bara 73.
Velja búskaparbreyt
Mentamálaráðið sigur tað vera sannlíkt, at upptøkukravið um týskt hevur gjørt, at næmingar velja búskaparbreytina heldur enn hugbreytina.
Ikki grundað á fakligan áhuga, men fyri at sleppa undan kravinum um týskt.
Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður, sigur, at samgongan hevur sett sær fyri, at upptøkukrøvini frá fólkaskúla til miðnám skulu endurskoðast.
Málið er, sigur hann, at somu upptøkukrøv vera fyri allar gymnasialu breytirnar, so lokið fólkaskúlaprógv gevur atgongd til allar breytirnar í miðnámi.

























