- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gandakendur barnaleikur í Klaksvík

Í hesum døgum sýnir Klaksvíkar sjónleikarafelag leikin Hitt gandaða lyklaholið uppi á loftinum í Spinnarínum.
Leikurin er um Sørin, ið er ein raskur drongur. Hann ræðist hvørki huldufólk ella trøll, men at lesa tað dugir hann ikki - hann kennir ikki "S" fyri "K".
Tað besta Sørin veit er at hjálpa smiðinum í heimbygdini, og tí fer hann í læru. Har sleppur hann eisini at hitta Honnu, sum hevur so pent hár og vøkur eygu.
Ein dagin verður lykilin til skattakamarið hjá kongi burtur, og tí má ein nýggjur gerast. Sørin smiðurin í Trongugøtu, verður biðin um at gera ein nýggjan lykil, men ólukkutíð: lyklaholið er gandað!
Barnaleikur við hugflogið og orku
Ein stórur hópur stendur aftanfyri leiktjaldið. Birita Adela Davidsen leikstjórnar og har eru 22 leikarar á pallinum – 16 børn og seks vaksin.
Leikarirnir eru ein góð blanding av nýggjum sum gomlum leikarum, ið hava havt sína dagligu gongd hjá Klaksvíkar sjónleikarafelag seinasta leikárið.
- "Tað er fantastiskt at síggja, hvussu nógv hugskot børnini koma við. Vit brúka nógv tíð upp á at tosa um, hvat vit kunnu gera, og royna ymisk hugskot, og tey tora veruliga at bjóða seg fram. Tað gevur leikinum eina heilt serliga orku", sigur leikstjórin.
Hoyr innslagið úr morgunsendingini her
























