- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fiskimenn fáa fleiri pengar, tá skipið er til umvælingar
Fiskimenn fáa fleiri pengar, tá skipið er til umvælingar
Eftir galdandi reglum verður arbeiðsloysisstuðul ikki goldin, fyrr enn skipið hevur ligið í 30 dagar. Tað skal broytast til 15 dagar

Fiskimenn fáa nú arbeiðsloysisstuðul, tá skipið hevur verið 15 dagar til umvælingar. (Savnsmynd)
24.11.2026 - 07:53
Fiskimenn fáa nú fleiri pengar, tá skip teirra vera løgd til umvælingar
Føroya arbeiðsgevarafelag vísir í sínum hoyringarsvari á, at eingin líknandi skipan er, tá annað vinnuligt virksemi verður lagt lamið, tí vinnutól skulu umvælast.
Nú kunnu fiskimenn, sambært kunngerð frá 2009, ikki fáa arbeiðsloysisstuðul, fyrr enn skipið hevur ligið í 30 dagar.
Tað skal broytast til 15 dagar.
Stuðul skal latast fyri í mesta lagi 90 dagar í sambandi við hvørja umvæling.
Nú verður stuðul latin fyri í mesta lagi 60 dagar.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV



























