Lat tað Vera jól

Lat tað Vera jól
Vera er aftur, baby!
 
26.11.2026 - 14:58

Nú kunnu børn og vaksin gleða seg, tí 1.desembur nærkast. Kringvarpið kemur við góðum jólagávum, hvønn gerandismorgun í desembur. Talan er um nýskrivaða jólakalendarasøgu í 18 pørtum. Vera er aftur, baby! Vit kenna Veru úr útvarpsleikinum #atveravera og nú er hon her í útvarpsleikinum - Lat tað Vera jól. Kom og lurta saman! Øll!

(Mynd: Ólavur Fredriksen/ STROK)

Hey, eg eiti Vera!  

Har, eg eri, hendir altíð okkurt spennandi.  

Eg gangi í Skúlanum á Argjahamri í "miðdeild".  

Eg havi einaferð bjargað einum heilum skúla, fleiri hundrað børnum. 

Tey vóru noydd av vaksnum fólki at eta sunt og keðiligt, og keðiligt er ikki mítt millumnavn, so eg bjargaði teimum! Tað regnaði bókstaviliga við bommum, og alt var stuttligt og øll vóru glað.  

Hin, sum tit hoyra er Frá, hon er mítt frásøgufólk, men tað er eitt keðiligt navn, so eg kalli hana Frá! Tað eri bara eg, sum hoyri hana, so tað kann vera eitt sindur trupult at tosa saman viðhvørt, tá ið eg eri har sum onnur fólk eru. 

(Mynd: Ólavur Fredriksen/ STROK) Vera er aftur, baby! Vit lærdu Veru at kenna á føstulávint í 2025. Og nú kenna øll Veru. So Vera er aftur, Baby! Ein dagin, hon er á veg í skúla hoyrir hon aftur frá Frá. Vera verður glað, tí nú fara tær heilt víst at gera okkurt spennandi. 

 

Vera hevur ein sang, sum henni dámar so væl, og hann fara vit at hoyra aftur, næstan hvønn dag í desembur – sangurin eitur - At vera Vera. Umframt tað, so vera tveir nýggir sangir at hoyra. Beinir Troest Rasmussen er tónasmiður og Elin á Rógvi eigur orðini. Bárður Petersen syngur Vetrarvera og spælir leiklutin Grettir, ið er ein kendur tónleikari útvarpsleikinum.  Seinni sangurin - Tá ið vindar venda, er ein duett, sum Bárður Petersen og Eva á Rógvi syngja. Hesin verður at hoyra í leikinum, jólaaftan, men hann kemur út áðrenn, so tit sleppa at hoyra hann.  


(Mynd: Beinta Brynhildardóttir Egholm)

Lat tað Vera jól er útvarpsleikur í átjan pørtum og verður at hoyra hvønn gerandismorgun í desembur klokkan 7.15. Umframt vera allir partarnir at hoyra á KVF/ljóð/VIT. Søgan gongur fyri seg í Føroyum í dag. Søgan er spennandi, stuttlig, jólalig og er pakkað við ljóði og tónleiki í høgum tempo.  Ein spennandi, stuttligur og áhugaverdur útvarpsleikur. Søgan hevur nógv ymisk viðkomandi evni, so sum, at jólini kosta ov nógv, at øll ikki hava ráð til gávur. Tað snýr seg eisini um, at onkur vil oyðileggja alt fyri hini og bara hugsar um seg sjálvan. Og so snýr tað seg eisini um at hava góðar vinir - og at vera ein góður vinur. So øll kunnu gleða seg til útvarpsleikin - Lat tað Vera jól, sum er jólakalendarasøgan í Barnaútvarpinum í ár. Jólini snúgva seg eisini um at vera saman, og tí ber til at lurta saman og hoyra somu søgu, hvønn gerandismorgun í desembur.

 

Nógvir leikarar eru við, bæði stór og smá. Høvuðsleikari er Óluva Lín Ragnarsdóttir við Streym, sum spælir Vera. Fleiri av somu leiklutunum eru eisini við í - Lat tað Vera jól og onnur hitta vit á fyrsta sinni. Leiklutirnir sum floksfelagarnir hjá Veru, spælir 5.a í skúlanum á Argjahamri.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. november
Eitt korter við jazzi 26. november 2026
217044
Hósdag 26. november
Breddin: Nýskipanarnevnd í andróðri
217028
Mikudag 25. november
Skratsj 25. novembur 2026
216994
Mikudag 25. november
90'árini undir lupp (4:4)
216991
Mikudag 25. november
Eitt korter við klassiskum 25. november 2026
216969
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. november
Ræning omaneggja
216929
Mikudag 25. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216960
Týsdag 24. november
Silja millum strokini - teknmálstulkað
216928
Týsdag 24. november
Veðrið
216915
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867