- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skiftandi elprísir í 2028
Veðrið skal hava størri týdning fyri elrokningina hjá føroyingum.
SEV ætlar at seta eina nýggja prísskipan við skiftandi elprísum í verk 1. januar í 2028. Við nýggju prísskipanini fer elprísurin at broytast eftir, hvussu streymurin verður framleiddur.
Ein skipan við skiftandi elprísum kann vera eitt gott hugskot, heldur orkuserfrøðingur.
Men samstundis, sum nýggja prísskipanin verður sett í verk, falla grøni avslátturin og aðrar avsláttarskipanir burtur.
Túsundatals føroysk húsarhald hava gjørt stórar íløgur í grønar málarar fyri at fáa bíligari streym.
Grøni avslátturin hevur verið eitt av átøkunum, sum hava havt til endamáls at fáa føroyingar at leggja um frá olju til grøna orku.
Spurningurin er tó, um nýggja prísskipanin við skiftandi elprísum kann geva húsarhaldunum somu fíggjarligu fyrimunir.
Umframt at avsláttarskipanirnar falla burtur, eru hækkingar í elprísinum eisini í væntu.
Hvussu nógv elprísurin fer at hækka, vildi stjórin í SEV ikki upplýsa, men tað verður lagt fram á aðalfundinum hjá SEV í morgin.


























