The New York Times viðmælir Føroyar sum ferðamál
The New York Times viðmælir Føroyar sum ferðamál
Ein av mest lisnu netmiðlunum í USA, The New York Times, viðmælir lesarum sínum at vitja Føroyar í 2014, saman við 52 øðrum støðum kring knøttin
Við hesari myndini hjá Hans Juul Hansen viðmælir The New York Times lesarum sínum at vitja Føroyar í 2014 saman við 52 øðrum støðum kring knøttin
Mynd: Hans Juul Hansen
29.01.2014 - 09:08
Vatikanið í Italia, Seyskelloyggjarnar í Afrika, Aspen í Kolorado, Arktis á Norðurpólinum, Nepal í Asia, Niagara Falls á markinum millum USA og Kanada...og Føroyar.
163 ára gamla amerikanska blaðið, The New York Times, hevur gjørt ein lista við 53 støðum, sum blaðið viðmælir lesarum sínum at vitja í 2014.
Nógvir lesarar síggja greinina
Netmiðilin hjá The New York Times telist millum teir allarmest lisnu amerikansku netmiðlarnar sambært hagtølum, ið vórðu savnað saman í 2011.
Sambært teimum nýggjastu almannakunngjørdu tølunum fyri netmiðilin, vitja umleið 30 milliónir brúkarar hvønn mánað heimasíðuna hjá The New York Times, nytimes.com
Flestu vitjandi á netmiðlinum eru amerikanarar, meðan heimasíðan eisini hevur nógv vitjandi í India, Kanada, Stóra Bretlandi, Meksiko, Týsklandi og Japan.
Greinin eisini í prentaða blaðnum
Tað er ikki bert á netinum, at The New York Times viðmælir Føroyar sum eitt av forkunnugum støðum at vitja í 2014, tí viðmæli kemur eisini í prentaða blaðið.
Í ferðaílegginum í pappírsútgávuni, sum kemur út nú sunnudagin 2. februar, er eisini ein prentað útgáva av viðmælinum av teimum 53 støðunum kring knøttin.
Tað er føroyski myndamaðurin, Hans Juul Hansen, ið hevur tikið myndina av Gásadali, sum prýðir viðmælið av Føroyum sum ferðamál í 2014.
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. september
Vikuskiftið 27 sept 2024
181324
Fríggjadag 27. september
Breddin: Familjudepilin og kvinnur í kommunuvali
181295
Fríggjadag 27. september
RagnarRokk: Daniel Cavanagh um Ocean Without A Shore
181277
Fríggjadag 27. september
«Eg eri hitt sanna víntræið»
181274
Fríggjadag 27. september
Morgunlestur fríggjadagur 27. september 2024
180895
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. september
Veðrið
181326
Fríggjadag 27. september
Bass Elvis og Jesus á Mallorka
180593
Fríggjadag 27. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
181280
Týsdag 24. september
Veðrið - teknmálstulkað
181172
Týsdag 24. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
181171
Annað frá KVF