- Tíðindi, mentan og ítróttur
Løgreglan úr at gera á ólavsøku

Nógv hevur verið at gjørt hjá løgregluni í Havn á ólavsøku. Hon hevur havt úr at gera í nátt at taka full fólk upp, sum eru dottin ella hava ligið avdottin ymsastaðni. Í flestu førum eru fólk koyrd heim til hús, men onkur hevur eisini gist á Politistøðini.

Fleiri eru komin til skaða, hava sligið høvdið ella brotið bein, men eingin álvarsligur tilburður hevur verið.

Fleiri smábardagar hava verið í býnum, men einki harðskapsmál er fráboðað, sigur vakthavandi á Politistøðini.