Oljudálking: Vita ikki enn hvør syndarin er

Oljudálking: Vita ikki enn hvør syndarin er
Tríggir møguleikar eru, hvør dálkaði Trongisvágsfjørð 25. september í fjør: Smyril, eitt russiskt frystifarmaskip ella eitt útlendskt tangaskip
 
05.02.2014 - 11:44

Nú meira enn fýra mánaðir eru farnir, veit Tvøroyrar kommuna ikki, hvør skal hava rokningina fyri uppruddingararbeiðið eftir oljulekan á Trongisvágsfirði 25.september í fjør. 

Tí ikki er staðfest, hvaðani oljan kom. 

Tríggir møguleikar eru, trý skip, sum kunnu hava likið oljuna, Smyril, eitt russiskt frystifarmaskip og ein útlendskt tangaskip, sum var á Tvøroyri við olju. Royndir vórðu tiknar av oljuni hjá øllum skipunum til at samanbera við oljuna, sum var á sjónum. Men tann samanberingin er ikki gjørd enn. 

Ikki greinaðar

Royndirnar eru, sum skilst, ikki sendar til greiningar. Tann eina royndin, sum varð tikin, varð tikin av skipinum, tá tað kom til Norra úr Føroyum. Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, sigur, at býráðið hevur rykt eftir svari oftari enn eina ferð.

Tað tók nakrar dagar at rudda eftir oljudálkingina, og tað kostaði kommununi nógvar pengar. Tá, síðst í september, varð sagt, at tað kundi taka upp í seks vikur at greina oljuroyndirnar. Men enn eru royndirnar ikki greinaðar, og Tvøroyrar kommuna hevur ongan at senda rokningina fyri uppruddingina til. 

Fundur við Umhvørvisstovuna

Linda Hesselberg á Fútaskrivstovuni vil einki siga um málið í dag. Hon sigur, at hon veit meira um málið í næstu viku, tá politiið hevur havt fund við Umhvørvisstovuna um málið og eitt annað oljudálkingarmál, sum var í Miðvági. Heldur ikki á Umhvørvisstovuni vita tey at siga, hvussu verður við málinum um stóru oljudálkingina á Trongisvágsfirði fyri góðum fýra mánaðum síðani.

Av tí at "syndarin" er ikki funnin, ber ikki til at geva nøkrum bót fyri dálkingina. Bótin er stór eftir, at hon hækkaði nógv fyri nøkrum árum síðani. Bótin fyri 500 litrar er til dømis 150.000 kr., og hon er 250.000 kr. fyri 1.000 litrar. Harafturat ber eisini til at geva skipum bót fyri ikki at boða frá oljudálking.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. januar
EM-tíðindi 20. januar 2026
202961
Týsdag 20. januar
Breddin: Bara ein vaksin í húskinum
202959
Týsdag 20. januar
Morgunlestur týsdagur 20. januar 2026
202876
Mánadag 19. januar
Nýggjár á Gentuvesinum 2025
202924
Mánadag 19. januar
Við Tórði á stytstadagstúri
202923
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852