Álvarsligt óhapp í Hósvík: Maður misti beinið

Álvarsligt óhapp í Hósvík: Maður misti beinið
Óhappið hendi, tá Christian Høj legði at bryggju í Hósvík í nátt
 
05.02.2014 - 14:28

Løgreglan er farin at kanna, hví ein av manningini á Christiani Høj - sum er gamli Suðurvarði - fekk álvarsligan skaða, tá skipið legði at bryggju í Hósvík í nátt. Alarmsentralurin fekk boð um óhappið um hálvgum trý tíðina í nátt.

Meðan skipið lá upp á springið, og teir skuldu fáa enda úr aftasta klússinum í bakborð, var ein 25 ára gamal maður, sum eru úr Bulgaria, so óheppin, at høgra bein kom at liggja millum trossan og lúnningina.

Maðurin misti beinið um hálvt skinnabeinið, og varð beinan vegin fluttur á Landssjúkrahúsið, og hann livir væl eftir umstøðunum, sigur løgreglan í tíðindaskrivi. 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Mánadag 21. september
RagnarRokk: Maggy Luyten um You´ve Been Served
212905
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473