Umrøða ansingarløn til yngri

Umrøða ansingarløn til yngri
Sum nú er, verður ansingarløn bert latin til fólk yvir 67 ár
 
11.02.2014 - 10:48

Landsstýrið fer í næstum at viðgera spurningin um at javnseta fíggjarliga fólkapensjónistar og fyritíðarpensjónistar, sum hava brúk fyri ansing heima.

Kári P. Højgaard, løgtingsmaður í Sjálvstýrisflokkinum, spurdi Anniku Olsen, landsstýriskvinnu, um hon hevur ætlanir um at skipa so fyri, at avvarðandi kunnu fáa ansingarløn fyri at ansa fólki millum 18 og 67 ár, sum hava menningartarn.

Ansingarsamsýning er bara ætlað fólkum, sum eru 67 ár ella eldri.

Tey, sum eru yngri enn 67 ár, kunnu fáa røktarviðbót.

Munurin er, at tann, sum ansar, fær ansingarsamsýningina, men røktarviðbótin, -viðbótin, sum tey yngru enn 67 fáa, verður latin tí, sum fær røktina, tað er fyritíðarpensjónistinum, sum so kann lata øðrum samsýning fyri ansing.

Ansingarsamsýnigin er 7.300 kr. um mánaðin eftir skatt.

Røktarviðbótin, sum ikki er skattskyldug, er góðar 6.000 kr.

Munurin er 1300 kr. um mánaðin.

Annika Olsen sigur í svarinum, at hon hevur biðið Almannaverkið kanna, hvørjar avleiðingar, tað fær at hækka røktarviðbótina, so hon verður tað sama sum ansingarsamsýningin.

Ein slík hækking kostar landkassanum okkurt um hálva millión krónur um árið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659