Atlantsflog í løgtingið í morgin

Atlantsflog í løgtingið í morgin
Tað er neyðugt at bera skjótt at, tí felagið er børsskrásett partafelag, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður
 
11.02.2014 - 13:01

Lógaruppskot um, at Atlantic Airways keypir aftur triðingin av partapeninginum, sum varð einskildur í november í 2007, verður lagt fyri løgtingið í morgin.

Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, sigur, at hann fekk fulla undirtøku fyri uppskotinum á landsstýrisfundinum fyrrapartin.

Hann fer at biðja um, at vikið verður frá øllum tíðarfreistum, so uppskotið, hóast løgtingið ikki fær tað fyrr enn í dag, kann leggjast fram longu í morgin og avgreiðast í løgtinginum í morgin, soleiðis at allar viðgerðir vera í morgin.

Hetta er neyðugt, tí Atlantic Airways er børsskrásett partafelag, sigur landsstýrismaðurin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 19. mars
RagnarRokk 19.mars
204937
Hósdag 19. mars
RagnarRokk: Robin McAuley um Paralyzed
204938
Hósdag 19. mars
Nýtt ljóð 19. mars 2026
205893
Hósdag 19. mars
Fyrsta val 19. marts 2026
205872
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. mars
Tinggáttin
205900
Hósdag 19. mars
Veðrið
205895
Hósdag 19. mars
Undir egið borð
205875
Hósdag 19. mars
Andgletturin - Fólkaflokkurin
205869