Atlantsflog veksur og Bakkafrost minkar

Atlantsflog veksur og Bakkafrost minkar
Kursurin á partabrøvunum í Atlantsflog hækkar, nú landið ætlar at keypa. Samstundis lækka partabrøvini í Bakkfrost, eftir tíðindini um ILA virusið
 
12.02.2014 - 10:05

Áhugin fyri partabrøvunum í Atlantic Airways var framvegis stórur í keypsskálanum í Keypmannahavn í gjár.

Og kursurin var 200 ella beint oman fyri 200 í øllum 43 handlunum í gjár.

Besti kursur í gjár var 207,5. Størstu handlar í gjár vóru 900 partabrøv fyri kursin 200,5.

Kursurin á partabrøvunum í Atlantic Airways hækkaði meira enn 40 prosent í Keypmannahavn í somu løtu, tað frættist, at Atlantic Airways ætlar at keypa aftur triðingin av partabrøvunum, sum varð einskildur í november 2007, fyri kurs 210.

Í Íslandi er tó framvegis lítil áhugi fyri at eiga í føroyska flogfelagnum.

Í Reykjavík var bara ein partabrævahandil mánadagin, 100 partabrøv fyri kurs 144, sum er eitt vet lægri enn kursurin var har, áðrenn tíðindini komu um at keypa einskilda triðingin aftur.

Í gjár skifti einki partabræv í Atlantic Airways eigara í keypsskálanum í Reykjavík.

Tíðindi um partafeløg, sum eru skrásett í keypsskálum, ávirka ofta kursin á partabrøvunum uppeftir ella niðureftir.

Fyrradagin, tá tíðindi bórust um ILA virus í einum alibrúki hjá Bakkafrosti, lækkaði kursurin á partabrævinum í keypsskálanum í Oslo 4,6 prosent og í gjár lækkaði hann 1,41 prosent.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214755
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609