Atlantsflog alment burturav

Atlantsflog alment burturav
Stutt fyri miðnátt var viðgerðin liðug, og felagið keypir einskilda triðingin aftur frá privatu íleggjarunum
Løgtingið samtykti einmælt mikukvøldið, at P/f Atlantsflog kann keypa aftur triðingin av partapeninginum
Mynd: KvF  
 
13.02.2014 - 08:21

Løgtingið samtykti einmælt seint í gjárkvøldið, at P/f Atlantsflog kann keypa aftur triðingin av partapeninginum, sum varð einskildur í november 2007.

Klokkan var tíggju minuttir í hálvgum tólv í gjárkvøldið, tá løgtingsformaðurin setti fjórða tingfundin í gjár og kallaði til atkvøðugreiðslu.

Tvey løgtingsfólk vóru ikki á tingfundinum, men tey 31, sum vóru, atkvøddu øll fyri uppskotinum hjá Johan Dahl, landsstýrismanni.

Fyrsta viðgerð byrjaði klokkan hálvgum fimm seinnapartin.

Málið fór so í Vinnunevndina, síðani varð atkvøtt eftir aðru viðgerð, so var steðgur í tveir minuttir og klokkan tíggju minuttir í hálvgum tólv varð seinasti tingfundurin í gjár settur.

Næsti løgtingsfundur verður týsdagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 21. mars
Morgunlestur leygardagur 21.mars 2026
205769
Fríggjadag 20. mars
Vikuskiftið 20 mars 2026
205970
Fríggjadag 20. mars
LEITISSTEIN 20.03.2026
205964
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 21. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205984
Fríggjadag 20. mars
Tinggáttin
205979
Fríggjadag 20. mars
KAKUMiKS 2 (1:7)
205963
Fríggjadag 20. mars
Javnaðarflokkurin í heita stólinum (7:7)
205949