25. februar er tunnilsdagur

25. februar er tunnilsdagur
Tá fer løgtingið at umrøða størstu íløguna í søguni, Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin
 
13.02.2014 - 14:19

Týsdagin 25.februar fer løgtingið at viðgera størstu verkætlan í Føroya søgu, Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin.

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, bað í gjár løgtingið um loyvi til at stovna alment partafelag, sum skal byggja og eiga Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin.

Sambært lógarupskotinum fer felagið fyrst undir Eysturoyartunnilin.

Fyrireikingarnar í sambandi við Sandoyartunnilin halda fram.

Tá borað er ígjøgnum í Eysturoyartunlinum, verður farið undir at bora Sandoyartunnilin, tó í seinasta lagi í 2018.

Landskassin skal seta 400 mió. kr. í partafelagið, tær fyrstu 15 milliónirnar longu í ár og tær seinastu hálvthundrað um tíggju ár.

Harafturat kann landskassin lata í mesta lagi tíggju milliónir krónur um árið til rakstur frá tí árinum, Sandoyartunnilin verður tikin í nýtslu.

Ætlanin er, at bummgjaldið frá í Eysturoyartunlinum skal vera við til at fíggja Sandoyartunnilin.

Lógaruppskotið sigur eisini, hvar tunlarnir báðir vera.

Eysturoyartunnilin hevur rundkoyring og kemur upp bæði á Strondum og í Runavík.

Sandoyartunnilin verður millum Gomlurætt og Traðadal.

Mett verður, at koyrandi verður millum Eysturoynna og Streymoynna í 2018 og millum Sandoynna og Streymoynna í 2021.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659