Bæði byggistigini á Kambsdali gerast samstundis

Bæði byggistigini á Kambsdali gerast samstundis
Farið verður undir útbyggingina í summar, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður
 
14.02.2014 - 10:35

Av tí at bæði byggistigini verða gjørd í einum, kostar umbyggingin og útbyggingin av miðnámsskúlunum á Kambsdali ikki 22 milliónir, men 31 milliónir krónur.

Tá løgtingið fyrst játtaði 22 milliónir til verkætlanina, var bara talan um fyrsta byggistig.

Men síðani varð avgjørt at taka annað byggistig við eisini, og tá fór kostnaðurin upp í 28 milliónir, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum.

Men tá fyrireikingarnar vóru við at verða lidnar á heysti í fjør, gjørdi Landsverk saman við sínum ráðgevum Mentamálaráðið vart við, at verkætlanin bleiv nakað skerd sammett við upprunaætlanina.

Orsøkin segðist vera, at príslegan á slíkum verkætlanum tóktist vera hækkað nakað samanborið við upprunaligu metingarnar, stendur í viðmerkingunum til lógaruppskotið, sum kom í tingið mikudagin.

Hetta fekk løgtingið at vita, tá fíggjarlógin fyri 2014 varð viðgjørd.

Løgtingið samtykti at játta tríggjar milliónir krónur afturat til verkætlanina, so byggikostnaðurin fyri bæði byggistigini fer úr 28 mió. kr. upp í 31 mió. kr.

Sambært tíðarætlanini verður verkætlanin liðug síðst í mars.

Fyrst í apríl er ætlanin, at arbeiðið verður boðið út.

Tilboðini verða latin upp hálvan mai.

Eftir tíðarætlanini verður sáttmáli undirskrivaður við byggifelag um hálvan juni, og tá verður eisini farið undir at byggja á Kambsdali.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659