Varðhaldsfongslingar longdar

Varðhaldsfongslingar longdar
Enn eina ferð eru varðhaldsfongslingarnar í tveimum málum, har sum knívur var á lofti, longdar, í báðum førum uttan rættarfund.
 
17.02.2014 - 08:04

Ákæruvaldið og verjin samdust í farnu viku um, at 68 ára gamli maðurin, sum er skuldsettur fyri við harðskapi at hava elvt til, at ein 61 ára gamal maður doyði í Marknalíð í Havn 20.november í fjør, skal vera ein mánað afturat í varðhaldinum.

Og ungi maðurin, sum er skuldsettur fyri at hava stungið fýra fólk í Norðdepli hálvan juli í fjør, fekk tvær vikur afturat.

Ákæruvaldið ætlar tó at hava mannin, sum er skuldsettur fyri drápsroynd, í varðhaldinum líka til mánaðaskiftið apríl-mai, tá hann ætlandi skal fyri eitt nevningating í Føroya rætti.

Verjin hjá unga manninum hevur kravt, at maðurin nú sleppur úr varðhaldinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011