- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gliðu í brattlendi

Kvinnan ringdi sjálv til politiið klokkan fimm minuttir í fimm seinnapartin í gjár og segði, at hon og ein maður vóru farin á glið í brattlendinum.
Tey fylgdust, tá óhappið hendi. Hon steðgaði tó skjótt, men maðurin gleið longri oman brekkuna.
Sjúkrabilur, politi og tyrla vórðu alt fyri eitt send á staðið, og ein staðkendur røktingarmaður frá Gjógv fór til gongu at leita eftir fólkunum.
Minni enn ein tíma eftir, at kvinnan ringdi 112, boðaði røktingarmaðurin frá, at hann hevði funnið neyðstøddu fólkini. Tey gingu móti Gjáar bygd, haðani sjúkrabilurin koyrdi tey á Landssjúkrahúsið.
Maðurin, sum er 57 ára gamal, og kvinnan, sum er 46, fingu bara smávegis snuddir, upplýsir politiið.


























