- Tíðindi, mentan og ítróttur
Týskarar vilja hava eitt evropa-alnet
Týskarar vilja hava eitt evropa-alnet
Møguleiki skal vera at senda teldupostar uttan at amerikanarar sita og lesa teir, heldur týski kanslarin, Angela Merkel.

17.02.2014 - 13:17
Danmarks Radio skrivar í dag, at Angela Merkel fer at tosa við franska forsetan, Francois Hollande, um ætlanina við nýggja alnetinum.
Alnetið skal geva evropeiskum telefyritøkum møguleika at senda telduferðsluna umvegis kaðalar, sum ikki liggja á amerikanskari jørð, og sum amerikanarar ikki hava møguleika at avlurta.
Tað eru mongu avdúkingarnar seinasta árið um avlurting, sum eru orsøkin til ætlanina um nýggja alnetið.
Angela Merkel er ein av framstandandi politikarunum í heiminum, sum amerikanarar hava avlurtað.
Kelda: DR/BBC
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


























