Pensjónistar eftir Lotto peningi

Pensjónistar eftir Lotto peningi
Landsfelag Pensjónista á fund við løgmann um býtið av Tips & Lotto peningi
 
17.02.2014 - 14:27

Landsfelag Pensjónista fer hósdagin á fund við løgmann Kaj Leo Johannesen at tosa um býtið av  danska Tips & Lotto peninginum, skrivar felagið í tíðindaskrivi.

Síðan seinasta summar hevur nevndin í Landsfelag Pensjónista verið á fleiri fundum við stóru politisku flokkarnar við ynski um, at lóg um ítróttarvedding verður broytt.

Endamálið er, at Landsfelag Pensjónista eisini fær lut í tí peningi, sum á hvørjum ári kemur til landið frá donsku Tips & Lotto puljuni. 

Tað snýr seg árliga um umleið 10 milliónir krónur. Peningurin verður útlutaður millum nakrar ávísar aktørar og felagsskapir í føroyska samfelagnum.

Í Danmark stavar mesta inntøkan hjá pensjónista- og eldrafeløgum júst frá Tips & Lotto puljuni. Landsfelag Pensjónista væntar, at løgmaður tekur væl ímóti umbøn felagsins.

Eydnast tað at broyta lóg um ítróttarvedding, fáa pensjónista- og eldrafeløg kring landið fíggjarligan møguleika at bjóða fram tiltrongd trivnaðartiltøk til gagns fyri tey eldru í samfelagnum, skrivar felagið í tíðindaskrivi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 25. november
Skratsj 25. novembur 2026
216994
Mikudag 25. november
90'árini undir lupp (4:4)
216991
Mikudag 25. november
Eitt korter við klassiskum 25. november 2026
216969
Mikudag 25. november
Vágskálin: Hálovar littari mentan í USA
216965
Mikudag 25. november
Ung lesa 2 - 2
216946
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. november
Ræning omaneggja
216929
Mikudag 25. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216960
Týsdag 24. november
Silja millum strokini - teknmálstulkað
216928
Týsdag 24. november
Veðrið
216915
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867