- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stór hús rapað í Suðurkorea
Stór hús rapað í Suðurkorea
Í minsta lagi trý fólk eru deyð, og umleið 50 fólk er innistongd eftir at ein bygningur rapaði av nógvum kava.

Fyribils frættist, at trý fólk eru deyð í einum niðurrapaðum bygningi í Suðurafrika.
17.02.2014 - 15:23
Tað var takið á einum stórum húsum í einum frítíðarstaði í fjøllunum uttan fyri Gyeongju, sum gav seg av nógva kavanum, sigur tíðindastovan Yonhap sambært NRK. Gyeongju liggur har suðuri í Suðurkorea. Tey deyðu og tey innilæstu skulu vera lesandi.
Vanlukkan hendi undir einum kunningarfundi. 350 lesandi av Busan-universitetinum - lesandi úr útlondum - vóru stødd í húsunum. Tað eydnaðist umleið 300 teirra at sleppa út úr niðurrapaðu húsunum.
Nógvi kavin ger bjargingararbeiðið trupult, tí ringt er at koma fram til frítíðarstaðið.
Kelda: NRK
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


























