Serfrøðingur: Ógvusligar veðurlagsbroytingar

Serfrøðingur: Ógvusligar veðurlagsbroytingar
Seinastu veðurfyribrygdini skapa eitt mynstur, sum vit ikki eiga at síggja burtur frá, sigur høvundurin til eina slóðbrótandi veðurlagsfrágreiðing.
Vánaliga veðrið í Bretlandi í seinastuni er greitt tekin um veðurlagsbroytingar, heldur serfrøðingur.
 
18.02.2014 - 11:25

Metstóra avfallið og ódnarveðrið, sum fleiri ferðir seinastu tíðina er endað við yvirflóð í Bretlandi, eru greið prógv um, at vit longu nú síggja avleiðingarnar av veðurlagsbroytingum.

Nógv talar fyri, at higartil óhoyrdu veðurviðurskiftini skulu skiljast í einum breiðum samanhangi. Fýra av teimum fimm árunum við mesta avfallinum í Bretlandi t.d. hevur verið frá 2000 og 2013. 

Ongin tilvild

- Hetta er ongin tilvild. Og vit fáa eisini alt fleiri prógv um, at ógvusliga avfallið verður bara uppaftur ógvusligari, boðaði almenna bretska veðurlagsstovan frá í farnu viku.

Blaðið, Information, skrivar í dag, at veðurlagsbroytingarnar síggjast eisini aðrastaðni í heiminum. Í Avstralia hava tey júst havt heitasta árið, tey vita um - við met hitabylgjum.

Argentina stríddist seinast í desember við eina av ógvusligastu hitabylgjunum í søguni, meðan Brasilia varð rakt av vatnflóg og omanlopum eftir met regnavfall. 

- Um vit bara lata standa til, fara veðurlagsbroytingarnar fer alheims hitalagið at hækka við 4 hitastigum í miðal, og tað kann fáa ófatuligar avleiðingar, sigur N. Stern, formaður í veðurlagsstovninum, Grantham Research Institute.

Kelda: Information/The Guardian

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 25. november
Skratsj 25. novembur 2026
216994
Mikudag 25. november
90'árini undir lupp (4:4)
216991
Mikudag 25. november
Eitt korter við klassiskum 25. november 2026
216969
Mikudag 25. november
Vágskálin: Hálovar littari mentan í USA
216965
Mikudag 25. november
Ung lesa 2 - 2
216946
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. november
Ræning omaneggja
216929
Mikudag 25. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216960
Týsdag 24. november
Silja millum strokini - teknmálstulkað
216928
Týsdag 24. november
Veðrið
216915
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867