Oljufeløg skulu hava deild í Føroyum

Oljufeløg skulu hava deild í Føroyum
Oljufeløg, sum fáa loyvi at leita eftir kolvetni í føroysku undirgrundini, eiga at hava deild ella felag og fólk í Føroyum, heldur Johan Dahl
 
19.02.2014 - 11:37

Landsstýrismaðurin í vinnumálum fer at biðja løgtingið broyta kolvetnislógina. Sambært lógaruppskotinum skulu loyvishavar, sum ikki hava skrivstovu í Føroyum, í seinasta lagi tríggjar mánaðir eftir at lógarbroytingin er komin í gildi, hava stjóra ella deildarleiðara búgvandi í Føroyum.

Fimm feløg hava í løtuni loyvi at leita eftir olju og gassi í Føroyum. Tvey teirra hava ikki deild ella felag her - tey eru OMV og ExxonMobile.

Hetta kravið um fólk og deild í Føroyum var eisini fyrr. Men tá partafelagslógin varð broytt í 2008, var tað ikki longur eitt krav, at deildir, sum eru skrásettar í Føroyum, skulu hava deildarleiðara búgvandi í Føroyum.

Men Vinnumálaráðið heldur, at persónlig umboðan í Føroyum er umráðandi, tá oljufeløg fáa loyvi at virka her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 3. juni
Radio SALT - 030626
209266
Mikudag 3. juni
Dylan 85 (4:4)
209251
Mikudag 3. juni
Skratsj 3. juni 2026
209243
Mikudag 3. juni
Morgunlestur mikudagur 3.juni 2026
208841
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155