Meira ítróttur í Vágs skúla

Meira ítróttur í Vágs skúla
Ítróttarbreytin í Vágs skúla er væleydnað, sigur kommunan, og verður nú víðkað til fleiri flokkar
Skúlin í Vági víðkar ítróttarmøguleikarnar
Mynd: Vágs kommuna  
 
21.02.2014 - 09:39

Skúlaárið 2013/2014 hevur Vágs skúli royndarkoyrt ítróttarbreyt fyri 8. og 9. flokk.

Í komandi skúlaári fer ítróttarbreytin eisini at fevna um 6. og 7. flokk.

Nú árið er hálvrunnið eru eftirmetingar gjørdar og úrslitini av ítróttarbreytini eru sera góð.

Ítróttarlærara-toymið vísur á, at fleiri av næmingunum, sum fyrr vístu ítróttartímunum lítlan áhuga, nú eru ágrýtin og virkin í tímunum.

Vit eru sera væl nøgd við hetta fyrsta royndarárið og hava tí í samráð við ítróttarlærarar og Vágs kommunu gjørt av at víðka um tilboðið, soleiðis at fleiri næmingar kunnu fáa ágóðan av ítróttarbreytini, sigur Óli í Hjøllum, skúlastjóri.

Góðar undirvísarar:

Tey ið taka sær av ítróttarundirvísingini eru professionell og hava nógvar royndir á hægsta stigi í ítrótti. 

Jón Bjarnason; landsliðsvenjari í svimjing, Jón Pauli Olsen, venjari hjá kvinnulandsliðnum í fótbólti, og Gurið Mortensen, hondbóltsspælari og venjari hjá VB taka sær av undirvísingini. 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Dennis Holm, borgarstjóri, fegnast um góðu royndirnar við ítróttarbreytini og at breytin nú verður víðkað til, umframt 8. og 9. flokk, eisini at fevna um 6. og 7. flokk. Vit eru í einum spennandi og mennandi samstarvi við leiðslu og lærarar í Vágs skúla, har vit hava eitt felags mál, at skapa ein so góðan skúla sum tilber, sigur borgarstjórin. 

 

Ítróttarbreytin í Vágs skúla fer at fevna um umleið 85 næmingar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. apríl
Eitt korter við klassiskum
206529
Mikudag 1. apríl
Skratsj 1. apríl 2026
206527
Mikudag 1. apríl
Morgunlestur mikudagur 1.apríl 2026
205929
Týsdag 31. mars
Morgunlestur týsdagur 31.mars 2026
205927
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. apríl
Dagur & vika - teknmálstulkað
206524
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483