Flestu føroyingar doyggja í januar

Flestu føroyingar doyggja í januar
Sannlíkindini fyri at tú doyrt í januar er 28,6 prosent størri enn í juni mánanum, vísa hagtøl frá Hagstovuni. Desember mánin er eisini deyðiligur
28,6 prosent størri sannlíkindi eru fyri, at tú doyrt í januar mánanum í mun til juni mánanum, vísa tøl frá Hagstovuni
Mynd: Tilvildarlig savnsmynd  
 
21.02.2014 - 14:46

Hevur tú stundum havt eina kenslu av, at januar mánin er tyngri at koma gjøgnum hjá tær enn hinir ellivu mánarnir í árinum, er tað ikki heilt uttan orsøk.

Hagtøl frá Hagstovuni, ið strekkja seg frá 1985-2012, vísa nevniliga, at tann fyrsti mánin í árinum somuleiðis er mánin, tá flest føroyingar doyggja.

SÍ EISINI Grafikkur: Hesar mánarnar doyggja føroyingar

Seinastu 28 árini eru í miðal 35,5 føroyingar deyðir hvønn januar mánað, ið somuleiðis gevur fyrsta mánanum ivasama heiðurin at vera tann mest deyðiligi hjá føroyingum.

Desember mánin nummar tvey

Seinasti mánin í árinum, desember, er eisini mánin, har nógvir føroyingar seinastu 28 árini eru farnir í grøvina, framgongur av hagtølunum hjá Hagstovuni.

Síðan 1985 og fram til 2012 eru í miðal 34,0 føroyingar deyðir í desember mánanum, sambært hagtølunum, ið vísa eitt týðiligt rák, nær flestu føroyingar doyggja.

Verða tølini umroknað, svarar hetta til, at 1,15 føroyingar eru deyðir hvønn dag í januar, meðan 1,10 føroyingar eru deyðir hvønn dag í desember mánanum.

Juni og september minst deyðiligir

Hinvegin er støðan ein heilt onnur í juni og í september mánunum. Í juni doyggja munandi færri fólk í Føroyum enn í januar og desember, sambært tølum hjá Hagstovuni.

Í miðal eru 27,6 føroyingar deyðir í juni mánunum árini frá 1985-2012. Tað vil siga, at sannlíkindini, fyri at tú doyrt í januar, eru 28,6 prosent størri enn í juni mánanum.

Næst niðast á listanum yvir mánarnar í árinum, har fægst føroyingar eru deyðir síðan 1985, er september. Tað talið var 29,0 frá 1985 til og við 2012.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 2. mai
Morgunlestur fríggjadagur 2.mai 2025
191016
Hósdag 1. mai
RagnarRokk 1.mai 2025
190925
Hósdag 1. mai
RagnarRokk:Jerry Prütz um Manifesto
190922
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117