- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hátíðargudstænasta í Vági í morgin
Hátíðargudstænasta í Vági í morgin
Stórur dagur er í Vági í morgin nú kirkjan og kirkjukórið Ljómur fylla 75 ár. Har verður hátíðargudstænasta og kórið fer at syngja

22.02.2014 - 12:08
Kirkjan í Vági varð vígd 19. februar 1939, grundarsteinurin varð tó lagdur longu í 1927.
Eftir gudstænastuna verður boðið til ein drekkamunn í skúlanum, har øll eru hjartaliga vælkomin.
Leggjast kann afturat, at hátíðargudstænastan verður útvarpað í Kringvarpi Føroya í morginári kl. 11.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


























