Ferðavinnufelag stuðlar Salt og langhyli

Ferðavinnufelag stuðlar Salt og langhyli
Suðuroyar Ferðavinnufelag hevur latið Salt-verkætlanini 220.000 krónur og langhylinum í Vági 150.000 krónur.
 
23.02.2014 - 10:07

Stuðulin til Salt-verkætlanina skal nýtast til at løna einum fólki at fyrireika og marknaðarføra Saltsiluna á Drelnesi, sum eftir ætlan skal vera liðug um eitt ár.

Stuðulin til langhylin í Vági skal nýtast til eitt nú dampbað, hitarúm ella klatriborgir í hylinum, sum eftir ætlan letur upp á jóansøku í ár.

Tað eru kommunurnar í Suðuroy, sum standa fyri Suðuroyar Ferðavinnufelagi.

Endamál felagsins er millum annað at menna og samskipa ferðavinnuna í Suðuroy, og at stuðla undir og menna ferðavinnufremjandi tiltøk í oynni.

Stuðulin, sum ferðavinnufelagið umsitur, kemur  fyrst og fremst frá kommunum í oynni, sum gjalda 37 krónur um árið fyri hvønn íbúgva í limagjaldi. Landið hevur seinastu tvey árini latið 240.000 krónur um árið til felagið.

Harumframt rinda privat feløg limagjald.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. januar
Nýtt ljóð
203443
Hósdag 29. januar
Breddin: Vitlíki og sálarheilsa
203423
Hósdag 29. januar
Morgunlestur hósdagur 29. januar 2026
203268
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450
Hósdag 29. januar
Veðrið
203446
Mikudag 28. januar
Hetta er Filip
203375
Mikudag 28. januar
Hetta er Bjarki
203376
Mikudag 28. januar
Hetta er Emma
203377