Grønland ásett sær 100.000 tons av makreli

Grønland ásett sær 100.000 tons av makreli
Landsstýrið hevur fingið umsóknir um at fiska 288.000 tons av makreli í ár.
 
24.02.2014 - 14:07

Meðan strandarlondini framvegis stríðast við at fáa semju um makrelin, hevur Grønland, sum ikki er við í samráðingunum, longu ásett sær kvotu fyri 2014. 

Landsstýrið í Grønlandi hevur givið Grønlandi 100.000 tons av makreli í ár, sum eru 66 prosent meira enn í fjør.

Nógvar umsóknir   

Sambært heimasíðuni hjá grønlendska landsstýrinum hevur landsstýrið fingið so nógvar umsóknir um at sleppa fiska makrel, at tað er sannført um, at kvotan má vera 100.000 tons. Talan er um royndarveiðu. Landsstýrið hevur fingið umsóknir um at fiska 288.000 tons av makreli í ár.  

Grønland er ikki viðurkent at vera strandarland, tá ræður um makrel, og er tí ikki við, tá Føroyar, ES, Noreg og Ísland samráðast um makrelin.

Styrkir støðuna

Men Finn Karlsen, landsstýrismaður, sigur, at stór makrelveiða í grønlendskum sjógvi fer at styrkja støðu Grønlands í framtíðar samráðingum um, hvussu makrelkvotan skal býtast millum londini. Í fjør var grønlendska makrelkvotan 60.000 tons. Fiskað vórðu knappliga 54.000 tons. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659