Harustovnurin var umleið 16.000 harur í 2013

Harustovnurin var umleið 16.000 harur í 2013
Eyðfinn Magnussen, lektari í lívfrøði á Fróðskaparsetrinum, hevur givið út frágreiðing um haruveiðuna í 2012. Umleið 8.000 harur vórðu veiddar.
Umleið 8.000 harur vórðu skotnar í fjør
 
25.02.2014 - 11:38

Í yvirlitinum hjá Eyðfinni Magnussen eru í alt 7.756 harur skrásettar at vera skotnar í 2013. Men yvirlitið er ikki heilt fullfíggjað.

- Eg haldi meg kortini hava fingið fatur á flestu tølunum. Tí meti eg, at umleið 8.000 harur vórðu skotnar í alt í 2013, sigur Eyðfinn Magnussen.

Helvtin skotin

- Siga vit, at helvtin av harustovninum verður skotin á hvørjum ári, so var samlaði føroyski harustovnurin umleið 16.000 harur í 2013, sigur lektarin í lívfrøði í frágreiðingini.

Vánalig líkindi

Harulíkindini vóru vánalig í fjør. Eyðfinn Magnussen heldur, at vóru betri líkindini at skjóta, so høvdu ivaleyst munandi fleiri harur verið skotnar. Av tí sama hevði metingin av samlaða harustovninum eisini verið hægri í 2013 - ivaleyst onkunstaðni millum 20.000 og 25.000 harur.

Úti í Haga á Bjørgum

Í frágreiðingini sæst, at raskastir at skjóta haru í fjør vóru teir "Úti í Haga á Bjørgum" í Vestmanna. Teir fingu í alt 158 harur á níggju túrum. Teimum á baki komu teir í "Norðurtriðingi, Norðara pari" í Sørvági. Teir fingu í alt 158 harur á 10 túrum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. mars
Góðan morgun Føroyar
205390
Týsdag 10. mars
Morgunlestur týsdagur 10.mars 2026
205385
Mánadag 9. mars
Endiliga rullar bólturin aftur
205339
Mánadag 9. mars
Morgunlestur mánadagur 9.mars 2026
205067
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313
Sunnudag 8. mars
Føroyar - Portugal, seinni dystur
205337