31 lógaruppskot borin niðan í Tingið

31 lógaruppskot borin niðan í Tingið
Landsstýrið hevur latið Løgtinginum 31 lógaruppskot, sum verða løgd fram áðrenn framløgufreistina, sum er 8. mars
 
01.03.2014 - 11:17

Føroya Løgting hevur fingið 31 lógaruppskot frá Føroya Landsstýri. Eitt av uppskotunum, ið eru latin inn, er uppskotið um samsýning landsstýrismanna. 

- Uppskotið hjá óhefta serfrøðingabólkinum, ið handaði løgmanni tilmælið um samsýningarnar hjá landsstýrisfólkum í fjør, er framlagt óbroytt. Nú verður tað upp til Løgtingið at gera av, um verandi skipan skal broytast ella ei, sigur løgmaður Kaj Leo Holm Johannesen.

Millum onnur uppskot, ið Løgtingið í næstum skal taka støðu til, eru: løgtingslóg um loyvisgjald á alivinnu, uppskot til løgtingslóg um førleikameting og uppskot til løgtingslóg um Etiskt ráð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659